logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Sólarmyrking
Fyrireika teg til sólarmyrking á Tjóðsavni
13-03-2015

Ein serframsýning um sólarmyrking er latin upp á Tjóðsavni, Brekkutúni 6.

Mánadagin 16.mars kl 16 bjóðar Tjóðsavn til hátíðarhald, har Dr. Kate Russo alment opnar serframsýningina. Hon fer at greiða frá upplivingum frá fullum sólarmyrkingum og hví ein slík hending kann ávirka fólk fyri lívið.

Framsýningin lýsir sólarmyrkingar, hví tær henda og hvussu vit kunnu fyrireika okkum til dagin tann 20. mars. Framsýningin lýsir eisini søguligar sólarmyrkingar við denti á søgur frá fullu sólarmyrkingina í Føroyum í 1954.

Kate Russo er rithøvundur og sálarfrøðingur. Hon er ættað úr Australia og býr í Belfast, har hon starvast á Queen’s University Belfast sum kliniskur sálarfrøðingur. Hon hevur ferðast til sólarmyrkingar kring allan heim í 15 ár, og hetta verður hennara níggjunda í røðini. Kate leggur dent á at byggja brýr millum sálarfrøði og stjørnufrøði og hon granskar í, hvønn týdning sólarmyrkingar hava fyri fólk. Kate hevur givið út tvær bøkur um evnið og tann triðja er á veg. Kate er sólarmyrkingar-ráðgevi og í samstarvi við Visit Faroe Islands luttekur hon í kunning til almenning, fjølmiðlar, myndugleikar og ferðavinnuna í sambandi við fyrireiking til sólarmyrkingina. Hon er eisini ferðaleiðari hjá Independent Traveller fyri 130 ferðafólkum úr øllum heiminum. Sólarmyrkingartiltak hennara saman við Eiðis kommunu er valt at luttaka í vælumtóktu sendingini hjá BBC Stargazing Live, sum verður sent í Stóra Bretlandi.

Tjóðsavn í Brekkutúni 6 í Hoyvík hevur opið hvønn dag frá kl 14 til 18 í tíðarskeiðnum frá 13. til 27. mars. Høvið er hjá vitjandi at síggja allar framsýningarnar um søgu og náttúrsøgu Føroya.

Framsýningin um sólarmyrkingina er framleidd í samstarvi millum Søvn Landsins, Jarðfeingi og Nám.
 Jarðfeingi


NAM logo