logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Skjalasavnsdagur og føroyskur politikkur undir fyrra heimskríggi

Kavbátur og fiskifar

05.11.2014

Leygardagin 8. november er norðurlendskur skjalasavnsdagur. Tá hevur Landsskjalasavnið opið hús. Til ber at vitja í høvuðsgoymsluni í V.U. Hammershaimbsgøtu 11 frá kl. 14 til 18.

Kl. 15 hevur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, eina framløgu í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini, V.U. Hammershaimbsgøtu 15 við heitinum

Føroyskur politikkur undir fyrra heimskríggi
- millum kavbátar, flutningstrupulleikar og danskan politikk

Í ár eru liðin 100 ár síðani fyrra verðaldarkríggj byrjaði. Hóast Føroyar ikki vóru beinleiðis partur í krígnum, so hevði hetta tó stóra ávirkan á gerandisdagin í Føroyum. Ein tann størsti trupulleikin var, at tað var trupult at fáa vørur til og úr Føroyum. Millum annað tí at bretar kravdu at skip skuldu leggja leiðina inn í bretska havn til eftirlit, og tí at týskir kavbátar í 1917 veruliga fóru at gera um seg. Á vári og sumri hetta ár søktu kavbátar níggju føroysk skip.

Framløgan fer at snúgva seg um tær broytingar og teir trupulleikar, sum tóku seg upp í kjalarvørrinum á krígnum, og serliga verður føroyskur politikkur, soleiðis sum hann tók seg út undir krígnum, viðgjørdur.

Løgtingið arbeiddi undir leiðslu av Svenningi Rytter, amtmanni, við at loysa trupulleikan við vøruflutninginum, men tað gjørdu sjálvstýrisfólk, sum ikki hildu, at nóg mikið varð gjørt fyri at loysa trupulleikarnar, eisini. Svenning Rytter legði sjálvstýrismenninar undir at virka á markinum til tað ríkisskaðiliga, og seinni setti landstingið nevnd at kanna hesar skuldsetingarnar móti sjálvstýrismonnunum. Hesum verður eisini greitt frá í framløguni.

Skjøl og savnindi, ið hava samband við hesar hendingar verða at síggja á Skjalasavnsdegnum.

Framløgan verður í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini í V. U. Hammershaimbsgøtu 16.