logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
 
news
Nýggj taraplakat

Tarar í Føroyum
Náttúrugripasavnið hevur júst útgivið nýggja talvu við tekningum av 46 føroyskum tarasløgum. Áður eru talvur við fuglum, fiskum og plantum komnar út.


Flestu fólk kenna lamineraðu talvurnar við fugla-, fiska og plantutekningunum hjá Astrid Andreasen. Hesar hava frá fyrsta degi fingið sera góða undirtøku. Um tú hevur tær við í hagan ella í bátin í alskyns veðri gerð ikki mun.

Út frá góðu royndunum frá undanfarnu talvum varð gjørt av at royna fleiri talvur um náttúruna í Føroyum. Grunnurin “Føroya náttúra – Føroya skúli”, ið Náttúrugripasavnið umsitir, fíggjar útgávuna og Astrid Andreasen teknar. Talvan við fuglum kom í 2001 og við fiskunum í 2009. Í 2011 kom talvan við plantunum, og í ár er túrurin komin til tararnar.

Á nýggju plantutalvuni eru 46 føroyskir tarar, og eru teir útvaldar millum teir mest vanligu, ið eru at finna úti í sjónum. Serligt fyri hesa útgávu er at tararnir hava fingið føroysk nøvn, ið fylgja tvínevnisskipanini hjá svenska plantufrøðinginum Carl von Linné. Málslig ráðgeving í navnagerðini hevur verið Marjun Arge Simonsen.

Talvan fæst í tveimum útgávum:

20x28 cm laminerað við tekningum á báðum síðum. Kostnaður kr. 50,-

42x59,6 cm við øllum tekningum á somu síðu. Kostnaður kr. 90,-


Talvurnar fáast til keyps á Søvnum Landsins og í flestu bóka-handlum, kunningarstovum og handlum, ið frammanundan selja fugla-, fiska- og plantutalvuna.

Taraplakat