logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Varðveitingararbeiðini upp á Múrin í Kirkjubø lokin fyri í ár

Kirkjubømúrurin sep 2014 uttan

15-09-2014

Múrurin
Seinasta heyst greiddi Fornminnissavnið almenninginum frá, at eftir at meiri orka varð løgd í konserveringsarbeiðini upp á Múrin í Kirkjubø, vóru úrslitini av varðveitingararbeiðunum vorðin rættiliga sjónlig. Hetta tí, tá ið veðurverja og arbeiðspallar vórðu tikið niður í parti av múrverkinum, stóð hesin múrurin berur eftir, væl og virðiliga konserveraður og múrkrúnan løgd við flagi. Nú konserveringsarbeiðini eru liðug fyri í ár, er henda myndin enn meiri týðilig.

Í apríl varð farið undir at seta upp arbeiðspallarnar fyri vesturendan av Múrinum, og vardi konserveringsarbeiðið fram til endan av august. Nú stendur allur vesturendin sostatt berur aftur, tó undantikið av sjálvum útnyrðingshorninum, ið tað av tekniskum orsøkum var mett skilabest at lata veðurverjuna standa til næsta ár, tá farið verður undir suðursíðuna.

Eins og undanfarin ár hevur ein annar liður í varðveitingararbeiðinum verið tær bygningafornfrøðiligu skrásetingarnar. Hesar skrásetingar leggja dent á siðsøgulig og byggilistarlig viðurskifti, sum taka atlit at, hvussu Múrurin er bygdur, hvussu múrverkið er laðað, og at skjalprógvað, hvat enn er til av upprunamúrverki og fugum.

Varðveitingararbeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at bygningafornfrøðiligu kanningarnar verða gjørdar undan og saman við sjálvari múrkonserveringini. Tá ið hesi arbeiði eru gjørd, verður fyribils veðurverjan tikin niður so hvørt, og múrverkið fer aftur at standa bert og við flagi á múrkrúnuni.

Hóast arbeiðspallar í ár vórðu settir upp fyri høga arkadubogan, ið eyðkennir vesturendan, hevur borið til at vitja inni í Múrinum at skoða hetta undrunarverda fornminni okkara.

Onnur varðveitingartiltøk
Nú konserveringsarbeiðið upp á Múrin liggur í føstum kørmum, verður farið undir onnur varðveitingartiltøk komandi ár. Álitið, ið landsstýriskonan við mentamálum góðkendi í januar 2010, og sum arbeitt hevur verið eftir síðan, leggur dent á, at talan er um eina heildarætlan, har atlit verða tikin til øll fornminnini á miðaldarliga bispasætinum í Kirkjubø. Tí fara vit komandi ár at líta at lendinum úti á Líkhúsfløtti. Har stendur ein lítil kirkjutoft, nevnd Líkhús. Talan er helst um ta kirkju, ið umrødd er í brævi frá 1420, og sum tá er í gerð. Kirkjutoftin stendur inni á kirkjugarði, og enn síggjast leivdirnar av garðinum, ið umgirdi kirkjugarðin.

Hóast lítið hevur verið gjørt burtur úr hesi toft, er tað hon, ið hevur mestan tørv á umsorgan. Hon stendur ytst við sjóvarmálan, har havið – veður og vindur - í øldir hevur máað hesa fornu toft. Í dag standa bert 16 m eftir av niðastu umførum av norðurvegginum eins og partar av landnyrðingshorninum. Í 1940 gjørdi Jóannes bóndi eina roynd at tryggja toftina við at gera verjugarð fram við bakkanum undir henni, og helt hesin fram til uppgangin veturin 2008, tá neyðugt var at gera ábøtur á hann.

Løgd er nú varðveitingarætlan fyri toftina og lendið kring um hana. Talan verður um somu tilgongd eins og við Múrinum – tildekking, uppturking og konservering av múrverkinum. Eisini verður farið undir at rudda á kirkjugarðsøkium og at skipa tað. Hesi arbeiði eru mett at varða 3-4 ár.

Eins og undanfarin ár verður dagliga múraraarbeiðið upp á Múrin gjørt av múraravirkinum Sp/f Krossteig við Birgiri Krossteig úr Havn. Bygningafornfrøðiliga skrásetingin verður framd av Jónhild Johannessen, arkitekti, og serkøna konserveringsleiðbeining veitir Hans Frederiksen, konservator, frá fyritøkuni Nordisk Konservering í Keypmannahavn. Símun V. Arge, fornfrøðiligur ráðgevi og granskari á Søvnum Landsins, skipar og stendur fyri arbeiðinum.
 
Símun V. Arge
 




Kirkjubømúrurin sep 2014 innan