logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
T˙ ert her: TÝ­indi | Flogm˙s
news
 

Nýggj forvitnislig grein um flogmýs í Norðuratlantshavi:



Petersen, A., Jensen, J-K., Jenkins, P., Bloch, D. and Ingimarsson, F.
2014. A review of the occurrence of bats (Chiroptera) on islands in the North East Atlantic and on North Sea installations. Acta Chiropterologica 16.1: 169-195.


Flogmýsnar, ið vórðu sæddar í Føroyum, Íslandi, Orkney, Hetlandi og á boripallum í Norðsjónum til og við 2012, eru lýstar í greinini. Av teimum 402 fráboðanunum eru 223 greinaðar til 12 ymisk sløg - 4 eru komin úr Amerika til Íslands, meðan hini 8 sløgini eru evropeisk. Av teimum 12 sløgunum eru 5 ymisk funnin í Føroyum, eins og í Hetlandi og Orkney, 6 á borupallum og 8 í Íslandi.

Vanliga sær man bert eina flogmús hvørja ferð, men í einum av hesum førinum eru upp til 12 sæddar samstundis. Í 2010 høvdu vit eina innrás av flogmúsum í Føroyum, sum ikki er sæð áður, tá í minsta lagi 45 flogmýs vórðu sæddar - 70 fráboðanir komu inn. Flestu flogmýsnar hava verið sæddar um heystið, færri um várið.
Talið af sæddum flogmúsum eru vaksið gjøgnum tey seinastu tredivu árini, og møguligar orsøkir til hetta eru umrøddar í greinini.





Flogmús