logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Vaktarskifti á Fornminnissavninum 

Erland Viberg Joensen

02.05. 2014

1. mai var vaktarskifti á Fornminnissavninum. Tá tók Erland Viberg Joensen
við sum leiðari eftir Símun V. Arge, sum hevur verið fyribils settur leiðari
síðan 2011. Erland fer at røkja starvið í eitt ár, meðan arbeitt verður við at
leggja nýggja lóggávu fyri virksemini hjá Søvnum Landsins til rættis.

Símun V. Arge hevur ynskt at fara í eina eldraskipan og fer nú at taka sær av
antikvariskum seruppgávum og granskingaruppgávum. Millum annað leiðir
hann stóru verkætlanina um varðveitslu av fornminnunum í Kirkjubø og
umboðar stovnin í Yvirfriðingarnevndini.

Søvn Landsins hava trý høvuðsvirksemi, sum eru at hava landsbókasavn,
landsskjalasavn og musealt virksemi. Tí museala virkseminum standa
Fornminnissavnið og Náttúrugripasavnið fyri.