logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta

news
Det er helt unikt!

Hvalastøðin við Áir spikkókarin


Ta fyrstu løtuna søgdu teir onki uppi á loftinum í gamla Spikkókarínum á hvalastøðini við Áir. Einir tveir minuttir gingu, og teir søgdu við ein munn: Det er helt unikt!

Í døgunum 21. til 24. mars 2014 vóru savnvørðurin Jan Erik Ringstad og ráðgevin Stig Tore Lunde frá Hvalfangsmuseet í Sandefjord gestir hjá Grindamannafelagnum, sum hevði ársaðalfund í Norðurlandahúsinum. Jan Erik og Stig Tore vórðu bodnir at hava framløgu á aðalfundinum um norska stórhvalaveiði í í Suðurhøvum og um norsku hvalastøðina í Grytviken á oynni Suður Georgia.
Jan Erik og Stig Tore høvdu tó annað í kvittanum á vitjanini í Føroyum, og tað var at síggja støðina við Áir.

Gamla Spikkókaríið, sum til fyri stuttum var í vánaligum standi, men sum nú stendur trygt, var ein forkunnug uppliving hjá teimum báðum serfrøðingunum úr Sandefjord. Og serliga var tað elevatorurin – spiklyftan, sum gjørdi, at teir steðgaðu á eina løtu.
Á Søvnum Landsins er tíðin enn ikki komin til tað veruliga restaureringsarbeiðið, og vit fingu staðfest, hvussu trupul avbjóðingin er at seta í stand.

Jan Erik og Stig Tore hava báðir verið í Suðurhøvum – Stig Tore hevur verið á Suður Georgia fýra ferðir. Tað er so, at norsk-bretska verkætlanin at varðveita støðina í Grytviken eisini er ein stór avbjóðing. Vit mugu vita, hvat ið skal gerast, hvussu tað skal gerast, og hví tað skal gerast.
Greitt varð sum nevnt frá, at tað enn verður umvælt á støðini við Áir, at tryggja, at húsini verða styrkt og á tann hátt varðveitt.


Reiðaríini, sum virkaðu í Føroyum fyri meir enn 100 árum síðani, komu úr Sandefjord.

Jan Erik og Stig Tore høvdu eisini ynski um at vita, hvørji skjøl vóru um norsku stórhvalaveiði í føroyskum sjógvi. Tí varð leitað út á Landsskjalasavnið. Har hevði skjalavørðurin Lena Nolsøe funnið fram ymiskt úr fleiri savnindum. Og aftur her vóru teir tiknir á bóli. Lena hevur gott yvirlit yvir, hvat ið hevur fakligan áhuga, og Jan Erik og Stig Tore løgdu ætlanir um ørindi aftur á Landsskjalasavnið. Tað er so, at Sandefjord var norskur hvalahøvuðsstaður, og reiðaríini, sum virkaðu í Føroyum fyri meir enn 100 árum síðani, komu úr Sandefjord.

Teir báðir ferðaðust kring landið, og fóru sjálvir til Norðdepils at síggja, hvat ið eftir var av hvalastøðini hjá P. Michelsen úr Sandefjord, og sum var virkin í árunum 1898 til 1920.

Hvalaveiðisavnið í Sandefjord hevði eitt ynski aftrat, og tað var samstarv við Søvn Landsins. Nú er samband aftur millum Føroyar og Sandefjord aftur sum síðst í 1800- og fyrst í 1900-talinum. Nú er tað í savnshøpi, men framvegis um hval, hvalabátar og hvalastøðir.







 
 Hvalastøðin 2

Ta fyrstu løtuna søgdu teir
onki uppi á loftinum í
gamla Spikkókarínum á hvalastøðini við Áir.
Einir tveir minuttir gingu,
og teir søgdu við ein munn:
Det er helt unikt!


Landssjalasavnið Lena

Lena hevur gott yvirlit yvir, hvat ið hevur fakligan áhuga, og Jan Erik og Stig Tore
løgdu ætlanir um ørindi
aftur á Landsskjalasavnið.