logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Fyrilestur um Biosemiotik
- ein víðkan av náttúruáskoðanini


Børkubóndi

11.04. 2014

Mikudagin 23 apríl kl 19:30 skipar Lívfrøðingafelagið fyri einum fyrilestrakvøldi við lívfrøðinginum Magnus Gaard, ið undirvísir í lívfrøði á Fiskivinnu- og Tilfeingisskúlanum í Vestmanna

Tiltakið verður á Tjóðsavninum, Brekkutúni 6 Hovvík.

Heiti á fyrilestrinum er “Biosemiotik - ein víðkan av náttúruáskoðanini”


Biosemitik er eitt nýtt fakøki á markinum millum lívfrøði og heimsspeki. Talan er um eina roynd at víðka tað heldur trongu náttúrufatanina sum siðbundin náttúruvísindaligur hugsunnarháttur hevur havt við sær síðstu 150 árini. Fyrilesturin er ein roynd at lýsa fakøkið og so tann týdningin ein víðkað náttúrufatan hevur fyri miðling av náttúruvísindum og fyri leiklutin hjá lívfrøðini í samfelagskjakinum.

Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin

Gleða okkum at síggja tykkum

Nevndin