logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Varðveitingararbeiðini upp á Múrin í Kirkjubø uppafturtikin.


múrurin apríl 2014

10.04. 2014

Seinasta heyst kundi Fornminnissavnið greiða almenninginum frá, at eftir at ferð varð sett á og meiri orka løgd í konserveringsarbeiðini upp á Múrin í Kirkjubø, vóru úrslitini av varðveitingararbeiðunum vorðin rættiliga sjónlig.
Hetta tí, tá ið arbeiðspallar o.a. varð tikið niður, stóð múrurin berur eftir, væl og virðiliga konserveraður og múrkrúnan løgd við flagi.


Nú konserveringsarbeiðini eru tikin upp aftur, fer henda myndin at verða enn meiri tíðilig. Í seinastu viku varð farið undir at seta upp arbeiðspallarnar fyri vesturendan av Múrinum, og eftir páskir verður farið undir at taka fyribils-veðurverjuna niður. Síðan verður farið undir sjálvt konserveringsarbeiðið. Tá hesi arbeiði eru liðug seinni í ár, fer allur vesturendin sostatt at standa berur!

Arbeiðið er framhald av tí varðveitingarætlan fyri Múrin, sum stungin varð út í kortið í áliti, landsstýriskvinnan við mentamálum góðkendi í januar mánað 2010.

Ein annar liður í varðveitingararbeiðinum í ár eru tær bygningafornfrøðiligu skrásetingarnar. Hesar skrásetingar leggja dent á siðsøgulig og byggilistarlig viðurskifti, sum taka atlit at, hvussu Múrurin er bygdur, hvussu múrverkið er laðað osv. Við kanningini av múrverkinum verður skjalprógvað, hvat enn er til av upprunamúrverki og fugum, og gevur hetta okkum vitan um, hvussu byggiarbeiðini fóru fram í miðøldini.

Varðveitingararbeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at bygningafornfrøðiligu kanningarnar verða gjørdar undan og saman við sjálvari múrkonserveringini. Tá ið hesi arbeiði eru gjørd, verður fyribils veðurverjan tikin niður so hvørt, og múrverkið fer aftur at standa bert og við flagi á múrkrúnuni.

Hóast arbeiðspallar nú eru settir upp fyri høga arkadubogan, har vanligt er at ganga inn í Múrinum, fer at bera til hjá vitjandi at ganga inn og út at skoða hetta undrunarverda fornminni okkara.

Eins og undanfarin ár verður dagliga múraraarbeiðið gjørt av múraravirkinum Sp/f Krossteig við Birgiri Krossteig úr Havn. Bygningafornfrøðiliga skrásetingin verður framd av Jónhild Johannessen, arkitekti, og serkøna konserveringsleiðbeining veitir Hans Frederiksen, konservator, frá fyritøkuni Nordisk Konservering í Keypmannahavn. Símun V. Arge, savnsleiðari og deildarleiðari á Fornminnissavninum, Søvnum Landsins, skipar og stendur fyri arbeiðinum.





 

 
múrurin 2 apríl 2014
 
Hóast arbeiðspallar nú eru settir upp fyri høga arkadubogan, har vanligt er at ganga inn í Múrinum, fer at bera til hjá vitjandi at ganga inn og út at skoða hetta undrunarverda fornminni okkara.