logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
 
news
Inniluft og ovurviðkvæmi


soppur

16.03 2014

Lívfrøðingafelagið skipar fyri fyrilestrarkvøldi 20. mars kl. 19.30 á Tjóðsavninum, Brekkutúni 6, Hoyvík.

Fyrilesturin snýr seg um blámusopp og hvussu hann kann skaða heilsuna. Vit fara at tosa um byggifeilir, ið kunnu elva til slavna inniluft og um blámusopp í húsinum.

Hvat er blámusoppur og hvørji vakstrarlíkindi krevur hann? Hvørji støð í húsinum kann eg vænta at finna blámusopp og hvussu sleppi eg av við hann?

Hetta eru nakrir av spurningunum ið verða viðgjørdir. Fyrilesturin varð fyrstu ferð hildin í samstarvi við Astma og Allergifelagið Føroyar, og tí vera nógv heilsufrøðilig viðurskifti viðgjørd í mun til inniklima, astma og ovurviðkvæmi.

Blámusoppur í húsum og bygningum kann vera sera heilsuskaðiligur fyri fólk. Í Føroyum er sera vátt meginpartin av árinum. Tí er tað eisini av týdningi, at vit gera okkum greitt, hvussu inniklimaið ávirkar okkara heilsu og vanliga trivnað.

Eftir fyrilesturin verður møguleiki at seta spurningar. Evnið verður viðgjørt á ein heilsufrøðiligan og náttúruvísindaligan hátt, so innlit fæst í eitrandi og immunlívfrøðiligu tilelvingartilgongdirnar hjá blámusoppinum.