logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news

Kanin 3
Kanin í lundalandi í Mykinesi (Mynd: Leivur Janus Hansen)    
02-12-2013
Vandamiklar kaninir 

Tá menn vóru og skutu harur í Havnardali herfyri, var ein kanin ímillum harurnar. Hetta er ikki fyrsta kaninin, sum hevur reikað í einum føroyskum haga. Náttúrugripasavnið hevur frætt um aðrar kaninir uttangarðs í Streymoynni, Eysturoynni og Suðuroynni. Eisini hevur ein verið at sæð í lundalandi í Mykinesi.

Náttúrugripasavnið er sera ørkymlað av at hoyra um kaninir í føroysku náttúruni. Tær hoyra ikki heima her, og byrja tær at nørast, kann roknast við skaða á okkara djóra og plantulív.

Kanin kann nørast í føroysku náttúruni. Tað gjørdur tær í Froðbiarnípu og Trongisvági í 1800-talinum, men tíbetur hvurvu tær aftur.

Í Íslandi eru tær farnar at nørast í fleiri støðum, og har gera tær skaða bæði í náttúru og í gørðum. Tær verða roknaðar sum ein hóttan fyri lundastovnin í Vestmannaoyggjunum. Umframt at vera til skaða fyri lundalond í Skotlandi, hava kaninir eisini gjørt skaða á fornminni og elvt til skriðulop har. Í Avstralia eru tær nú heilt bannaðar, og roknað verður við, at tær gera skaðar fyri milliardir á hvørjum ári. Kaninir eru fitt kelidjór, men tá tær sleppa út í náttúruna, eru tær ikki kelidjór longur.

Ein kunngerð er í gildi, sum staðfestir, at einki djóraslag, ið ikki hoyrir heima í føroysku náttúruni, kann sleppast út. Hetta umfatar eisini tær kaninir, ið fólk hava, og sum ofta reika leysar ímillum húsini. Eigarin brýtur lógina, tá ein kanin fer út í náttúruna – eisini um hon er rýmd úr búri – og sambært kunngerðini verður eigarin straffaður við bót.

Vill kanin minnir um haru, men hevur styttri oyru og styttri bakbein, og tær hava ikki somu myrku blettir á hala og oyru. Tó, tær kaninir, ið vit kunnu vænta at síggja her, líkjast ikki heilt teimum villu kaninunum. Støddin er misjøvn og tær hava ofta hangandi oyru og eru øðrvísi littar. Tey stuttu bakbeinini er helst besta eyðkennið.
Náttúrugripasavnið frættir fegið frá fólki, ið hevur sæð kaninir uttangarðs.
 
Kanin 2 
Kanin og harur skotnar í Havnardali (Mynd: Leivur Janus Hansen)
 
 Kanin 1
Kanin í haganum á Velbastað (Mynd: Hansina Brekkstein).