logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
 
Krákuber

21-10-2013
Nýggjar plantukanningar

Plantukanningar, ið vóru gjørdar í Føroyum fyri 50 árum síðani, verða nú gjørdar umaftur.

Endamálið er at fáa eina uppdateraða vitan um plantuvøksturin Føroyum nú broytingarnar í náttúruni ganga alsamt skjótari.

Økjandi ferðaflutningurin millum lond, gerð at fleiri plantusløg koma til og hitnandi veðurlagið førur við sær, at hesi hava lættari at fáa fótafesti. Summi støðast ikki í náttúruni og hvørva aftur eftir stuttari tíð, ímeðan onnur fáa fótafesti og breiða seg. Summi av hesum plantusløgum breiða seg skjótt í náttúruni og kunnu hava óhepnar fylgjur fyri natúrliga vøksturin. Tørvurin er tí at fylgja við og dagførda tað vitanina vit hava, um føroysku náttúruna.

Endamálið við kanningunum, sum vórðu gjørdar fyri meira enn 50 árum síðani, var at fáa so neyvan kunnleika til útbreiðsluna av plantum í Føroyum sum til ber. Allur plantuvøksturin bleiv skrásettur frá sjóvarmála niðan á fjallatind í 135 smáøkjum, sum vóru javnt býtt yvir allar oyggjarnar. Kanningarnar vórðu gjørdar so einsháttaðar sum til bar av vøkstrinum í øllum hæddum og í øllum plantusamfeløgum. Hetta fyri at møguleiki skuldi verða fyri at endurgerða kanningarnar. Útbreiðslukort fyri øll plantusløgini blivu gjørd.

Í nýggju kanningunum verða øll 135 støðini talgild so neyvt sum til ber. Í summar varð ein undankanning gjørd har øll støðini í Suðurstreymoy blivu kannað. Endamálið varð at finna eina mannagongd sum var brúkilig til at eftirgera kanningina. Í undankanningini síggja vit fleiri broytingar í mun til gomlu kanningarnar. Hildið verður fram at kannað hini økini tey komandi árini.