logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fólkabókasøvn


 



 
09.04.2013
Bókaútgávan 2012

Í 2012 vórðu 262 nýggjar føroyskar bøkur skrásettar í Føroyska bókalistanum, 117 upprunaverk og 145 týðingar. Tá eru endurútgávur eisini taldar við. Hetta er 15 fleiri enn í 2011.

Av upprunaverkunum vóru 26 fagurbókmentir (22%), 57 yrkisbókmentir (49%), 22 lærubøkur (19%) og 12 barnabøkur (10%). Upprunaverkini vóru nøkur færri í 2012 enn í 2011, tá ið tey vóru 133. Býtið millum bókmentasløgini er kortini nøkunlunda tað sama sum undanfarin ár.

Vanliga plaga nakað oman fyri helvtina av upprunaverkunum at vera 1. útgávur. Flestu yrkisbøkurnar og barnabøkurnar eru 1. útgávur, ávikavist 72 og 83% í 2012, meðan ein góð helvt av skúlabókunum og nakað niðan fyri helvtina av fagurbókmentunum eru 1. útgávur.

Føroyskir rithøvundar skriva um alt møguligt. Millum føgru bókmentirnar í 2012 eru eins og undanfarin ár fleiri yrkingasøvn, onkur skaldsøga og stuttsøgusøvn. Yrkisbøkurnar snúgva seg um evni sum bygdasøgu, náttúru og samfelagsviðurskifti, har eru eisini bøkur um ítrótt, matgerð og bindibøkur, bøkur um átrúnað og lestrabøkur, sangbøkur, bøkur um list og mál. Nøkur heiðursrit koma út á hvørjum ári, og er talan tá fyri tað mesta um greinasøvn, antin við greinum, sum tey heiðraðu sjálv hava skrivað, ella sum onnur hava skrivað til høvið.

Lærubøkurnar eru serliga um náttúrufrøði, mállæru, lesing og kristni.
Barnabøkurnar eru í flestu førum lesibøkur og myndabøkur. Myndabøkurnar eru ofta prýddar av okkara kendastu listafólkum.

Í 2012 komu eisini út umleið 20 árbøkur, 29 tíðarrit og bløð og 17 ljóðbøkur. Vert er at leggja til merkis, at tað í 2012 komu út 102 E-bøkur, og av hesum áttu Sprotin og Bókadeild Føroya Lærarafelags tær flestu. Hetta er munandi øking, tí í 2011 vórðu einans 10 føroyskar E-bøkur skrásettar í Føroyska bókalistanum.
Í 2012 eru eisini skrásettar 55 føroyskar tónleikaútgávur.

Landsbókasavnið skrásetir enn bara ein lítlan part av tí, sum verður útgivið á netinum. Ætlanin er tó at fara undir skipaða innsavning av hesum tilfarinum í 2013 og at skráseta tað í Føroyska bókalistanum.

Í fjør komu út 145 týddar bøkur á føroyskum. Av hesum vóru 25 fagurbókmentir (17%), 20 yrkisbókmentir (14%), 22 lærubøkur (15%) og 78 barnabøkur (54%). Týddu bøkurnar í 2012 vóru væl fleiri enn í 2011, tá ið tær vóru 112.

Av týddu bókunum í 2012 vóru 51 (35%) týddar úr donskum, 31 (21%) úr enskum, 17 (12%) úr svenskum, 13 (9%) úr norskum og 33 (23%) úr øðrum málum.