logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
  09.04.2013
Gongd komin á umvælingarnar á hvalastøðini við Áir

Nú, ið veturin er farin afturum, eru umvælingarnar av hvalastøðini við Áir tiknar upp aftur. Tað fyrsta húsið á hvalastøðini, sum handverkararnir settu á í fjør summar, var Tørkan. Hetta arbeiðið heldur fram í hesum døgum. Men nú stendur gamla Spikkókaríið eisini fyri tørni.

Støðan í Tørkuni er tann, at mestsum allur stórviðurin er umvældur. Tað eru framvegis lekar at fáa bilbugt við, og tí verður sett á at bøta um klædningin, og í summum førum verður hann skiftur út. Síðan skal Tørkan tekjast av nýggjum. Og hóast munur longu sæst, verður framvegis farið fram við størsta varsemi. Hetta er ikki nýgerð, men framvegis restaureringsarbeiði.

Tørkan, sum altíð hevur verið á støðini, fekk framkomna tøkni og útgerð í árunum 1945-58, tá ið Pf. Sperm átti støðina, og seinni Pf. Hvalarakstur. Í Tørkuni varð mjøl framleitt.

Í løtuni eru teir tríggir handverkarar í Tørkuni, og í útbygninginum oman móti fjøruni verður tikið frá.

Tað nýggja er, at tað mest áhugaverda húsið, og tað húsið á støðini, sum er í heilt vánaligum standi, gamla Spikkókaríið, eisini verður umvælt. Síðan februar í ár hava tveir handverkarar verið um Spikkókaríið, og eins og í Tørkuni hava lekar í áratíggju elvt til skaðar, og rot er komið í stórviðin. Her verður eisini neyðugt at styrkja alla konstruktiónina. Stólpar, undirsløg, bond, sperrur og syllar, alt má eftirkannast, endurnýtast ella skiftast út. Tað hevur eisini verið átrokandi at stoypa undir grundina.

Hvørt hús sær er ein bygningsantikvarisk varðveitingarætlan. Partar av tí gamla Spikkókaríinum hava helst uppruna frá 1905, men húsið er snarað og broytt seinni í tíð.

Miðað verður ímóti at arbeiða á hvalastøðini við Áir í 8 heilar mánaðir í 2013. Enn sæst ikki nógv uppi frá vegnum, men tað verður skjótt at síggja, at tað gongur fram á leið.

Arkitektastovan Kontrast hevur byggileiðsluna á støðini við Áir um hendur. 
 


Tørkan við Áir apríl 2013

Í løtuni eru teir tríggir handverkarar í Tørkuni, og í útbygninginum oman móti fjøruni verður tikið frá.

Áir, spikkókaríið apríl 2013

Spikkókaríið er ein stór avbjóðing og mett at gerast dýrasta húsið at umvæla á støðini.

Áir, Fugan apríl 2013

Fyri at fyrireika umvælingina og restaureringsarbeiðið eru teir eisini farnir inn í Fuguna at styrkja og avstíva konstruktiónina. Fugan og Spikkókaríið eru samanbygd hús.

Áir, tingingar um bygningatekniskar ivaspurningar

Millum húsini á hvalastøðini eru tvey sjakk. Teir tingast um bygningstekniskar ivaspurningar.