logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta

T.F. Thomsen, januar 2013



T.F. Thomsen 1952

























 
02.03.2013
Ætlan um víðkan av friðing av umliggjandi øki kring handilsbygningarnar hjá T.F. Thomsen, Tvøroyri

Ætlan

Fornminnisnevndin ætlar at mæla Landsstýrismanninum í mentamálum til at víðka friðing av umliggjandi øki kring handilsbygningarnar hjá T.F. Thomsen a/s á Tvøroyri. Friðingin er við heimild í Løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948, § 2, 2. petti, og fevnir um hesar matriklar á Tvøroyri: Part av 493a, part av 754a og part av vegi, litra X. Harumframt fevnir friðingin um øki á sjónum, vestaru megin 100 m úr Gestastovuni á matr. nr. 487b og eystaru megin 100 m úr pakkhúsi nr. 18 á matr. nr. 492, eins og lýst í hjálagda kortskjali.

Málslýsing
Handilsbygningarnir hjá T.F. Thomsen a/s á Tvøroyri, ið standa á matr. nr. 492 á Tvøroyri, og ein bygningur, vanliga nevndur Gestastovan, ið stendur á matr. nr. 487b, vórðu friðaðir í 1992 við heimild í Løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948, § 2, 1. petti. Eisini varð umliggjandi øki kring teir, ið umfataði matr. nr. 492 og matr. nr. 487a, friðað við heimild í somu lóg, § 2, 2. petti. Í lógini er tilskilað, at har tað orsakað av eyðkennum fornminnisins og fyri at tryggja varðveitsluna er hildið at vera neyðugt, kann umliggjandi øki innan fyri 100 m frá fornminninum verða lagt undir friðing eftir avgerð í landsstýrinum. Økisfriðingin hevur við sær, at byggi- og anleggsarbeiði í friðaða økinum skulu góðkennast av fornminnafriðingarmyndugleikunum. Friðingarreglurnar verða, at ikki kann byggjast á økinum ella gjørdar útfyllingar, anlegg ella tekniskar installatiónir uttan við loyvi frá Fornminnisnevndini. Skilhaldsreglur verða gjørdar seinni.

Grundgeving
Handilsbygningarnir hjá T.F. Thomsen hoyrdu upprunaliga til kgl. úthandilin á Tvøroyri, sum saman við úthandlunum í Vestmanna og Klaksvík varð settur á stovn við kgl. fyriskipan frá 1836. Áðrenn tað var økið niðan frá oyruni við Tvørá óbygt, og handilsbygningarnir gjørdust grundarsteinurin fyri niðursetubygdini á Tvøroyri, har sjóvinna var búskaparligt grundarlag. Bygningarnir hjá T.F. Thomsen hava frá uppruna havt neyvt tilknýti til sjógvin, og handilsøkið stendur enn sum tann samanhangandi eind, ið áður var, við hesum tilknýti og er enn ikki vorðið stórvegis nervað av nútíðar krøvum. Við friðingini í 1992 er ásannað, at teir eru týðandi liður í tí føroyska mentanararvinum, bæði fyri Tvøroyrar bý og fyri landið. I sjó- og bryggjuumhvørvinum innganga teir sum mentanarsøguligur kjarni í bygdini á Tvøroyri, ið er ein estetisk lendisheild, sum ikki eigur at verða órógvað av bygging upp fyri hana ella av útbygging, sum ger, at atknýtið at sjónum verður mist. Fyri at varðveita upplivingina av lendisheildini verður skipað fyri økisfriðing. Endamálið við økisfriðingini er at tryggja, at eyðkennini hjá fornminnunum verða varðveitt, og at friðaðu bygningarnir og tað mentanarsøguliga umhvørvið ikki verða skemmað fysiskt ella estetiskt.

Freist
Freistin hjá pørtunum í málinum at gera viðmerkingar til ætlanina er 22. mars 2013. 




Ætlanin er send pørtunum í málinum 27.02.2013