logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Logo Savnsfagnaður 2012



Savnsfagnaður 2012





 
12.10.2012
Aldur og broytingar seta dagsskránna á Savnsfagnaðinum

Savnsfagnaður við hópin av tiltøkum fyri børn og vaksin er á Søvnum Landsins í Hoyvík, á Sjósavninum og á Listasavninum. Í heystfrítíðini hava søvnini opið mánadag 15.oktober til fríggjadag 19.oktober frá kl 11 til 16.

Í ár er eldraár í Evropa, og høvuðsevnið fyri savnsfagnaðin er ALDUR. Hvussu síggja vit aldur í náttúruni, og hvussu broytist mentan okkara við árunum?

Sjósavnið á Argjum
Á Sjósavninum kanna vit fiskar! Hvat eru nitrur, og hvussu kunnu nitrur og roðsla vísa aldur á fiski? Hvørji fiskiamboð brúktu føroyingar fyrr í tíðini í mun til í dag? Hvønn dag kl 14 verður framløga og kl 15 er tónleikaframførsla. Hesa vikuna kanst tú vitja Sjósavnið fyri hálvt atgongugjald.

Listasavnið í Gundadali
Á Listasavninum kanst tú í heystfrítíðini skapa tína egnu list. Hvønn fyrrapart og seinnapart verður eitt serligt tiltak, har tú kanst gera prent, andlit úr leiri ella tekningar. Harumframt eru uppgávur og upplivingar av standmyndum í Viðarlundini.

Framsýningar og tiltøk í Hoyvík
Á Søvnum Landsins, hjá Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum henda nógvar broytingar í ár. Søvnini gera felags framsýningar í Brekkutúni 6 í Hoyvík. Tað merkir, at í ár er eingin Savnsfagnaður á Náttúrugripasavninum á Debesartrøð.

Á Útisavninum í Hoyvík kanst tú fara á skattajakt, granska aldur á trøum og kanna tilfar úr fjøruni undir sjóneyku. Fyrr í tíðini dyrkaðu føroyingar korn, skóru akur og tóku upp eplir, og nú sleppur tú eisini at royna teg. Akurin skal skerast, og kornið skal malast. Smiðurin smíðar og teymaríðing er við føroyskum rossum. Í Hoyvíksgarði verða søgur sagdar, og lív er í roykstovuni.

Trupult er at parkera niðri í Hoyvík. Fólk verða tí biðin um ikki at taka bilar oman, men parkera uppi í Brekkutúni ella í Hoydølum og so koma til gongu oman í gamla hugnaliga bygdarlagið.

Framsýningarnar í Brekkutúni 6 bjóða til hópin av innispølum og uppgávum, umframt tiltøk um hvussu tíðir broytast. Tíðarlinjur varpa ljós á, at aldur er so mangt hjá menniskjum, djórum ella jørðini. Jarðfeingi vísir fram útvald føroysk steinsløg. Landsbókasavnið og Landsskjalasavnið, sum eru partur av Søvnum Landsins, vísa fram gamalt og nýtt við bókum og kirkjubókum.

Tú kanst lesa alt um Savnsfagnaðin á Snar hjá Nám: www.snar.fo/savnsfagnadur

Fjølmiðlar fáa fleiri upplýsingar og samrøður um Savnsfagnaðin:

Palli Askham, Søvn Landsins, tel 79 05 73
Regin Debess, Søvn Landsins, tel 34 05 54
Oggi Lamhauge, Listasavnið, tel 31 35 79
Símin Berg, Sjósavnið, tel 50 51 21