logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
  30.08.2012
Tørkan á hvalastøðini verður sett í stand

Tað fyrsta húsið á hvalastøðini við Áir, sum verður sett í stand, er Tørkan. Hetta er tað fyrsta av teimum trimum størru húsum á støðini sum skulu styrkjast og umvælast. Hini bæði eru Spikkókaríið og Ketilshúsið. Tørkan er ikki í so ringum standi sum hini bæði húsini, men her er eisini neyðugt at fara fram við varsemi.

Tey, sum hava landsvegin millum Hvalvík og Hósvík sum farleið, vita kanska, at Tørkan altíð hevur staðið uppi, stuðlað við spentum bardunum. Men tey flestu vita ikki, at tað hava verið nógvir lekar, og helst hevur altíð likið inn. Tað hevur sett síni spor, og í løtuni fer eitt drúgt umvælingararbeiði fram inni í Tørkuni.

Tríggir handverkarar við umsjónarmanninum Jón Láadal á odda, hava verið um Tørkuna í alt summar. Og tað er ikki bara sum at siga tað at fara afturumaftur við gomlum bygningum. Eitt er at umvæla og seta í stand, men arbeiðið er eitt veruligt restaureringsarbeiði.

Sum nevnt verður konstruktiónin styrkt, og tí hevur verið neyðugt at hyggja eftir, hvussu er við stórviðinum, við stólpum, undirsløgum, sperrum og syllum.

Tørkan hevur altíð verið á støðini. Hon fekk framkomna tøkni í árunum 1945-58, tá ið Pf. Sperm áttu støðina, og seinni Pf. Hvalarakstur, og sum framdi størri tekniskar broytingar á støðini. Tað kann hugsast, at ymiskt er tikið niður og burtur, tá ið tann nýggja útgerðin kom inn í Tørkuna. Í øllum førum er neyðugt at styrkja hana.

Tað hevur eisini verið átrokandi at undirstoypa grundina. Í støðum var grundin farin av lagi, og arbeiðið við stórviðinum hevur eisini verið putlut. Her verður lúsað og laskað og boltað fast. Tað góða er, at tað sæst ikki altíð, hvar handverkararnir hava verið. Men í støðum sæst, at tað er lúsað, tað slepst ikki undan, og til ber at síggja hesi inntriv í tí sama anda, sum sermerkti timburarbeiðið hjá tí gamla umsjónarmanninum á støðini, Jóannes Olsen í Hvalvík, nevniliga at bøta um eftir tørvi.

Í øllum førum hava lekarnir í áratíggju elvt til skaðar, og rot er komið í stórviðin, og tí skal Tørkan tekjast av nýggjum. Í støðum má klædningurin skiftast út og harafturat eisini vindeygu og hurðar.

Alt sæst ikki frá vegnum. Tað er ætlanin at fáa sett Tørkuna í stand, at fáa hana lidna uttan, áðrenn farið verður í gongd við hini húsini á støðini.

Hvørt hús sær er ein bygningsantikvarisk varðveitingarætlan. Tørkan, har áður mjølframleiðsla fór fram, er fyrsta ítøkiliga stig í varðveitingini av hvalastøðini við Áir.

Enn eru bygningstekniskir ivaspurningar at loysa. Teir verða svaraðir so hvørt sum teir stinga seg upp. Arkitektastovan Kontrast hevur byggileiðsluna um hendur undir antikvarisku umsjón Fornminnissavnsins.
 

Tørkan í 1950-unum

Tørkan í 1950-árunum 


Tørkan 27.08.2012 155

Gamalt og nýtt møtist. Teir hava gjørt eitt skrátt hakablað 


Tørkan 27.08.2012 156

Jón Láadal leiðir arbeiðið í Tørkuni. Tað eru nógv ivamál at hugsa um


Tørkan 27.08.2012 146

Gomlu lekarnir síggjast, og hava sett síni spor í Tørkuni. Tað fer skjótt at fáa aðra vend