logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta

Jarðarbók 1584 forsíða




 Jarðarbók 1584 av Sandoynni



 
20.07.2012
Jarðarbókin 1584 tøk á internetinum

Eftir at hava roynt í meira enn 80 ár, er at enda eydnast at geva út ta elstu føroysku jarðarbókina. Jarðarbókin verður tó ikki prenta á pappír, men verður givin út í eini netútgávu á heimasíðuni hjá Landsskjalasavninum www.history.fo - Arne Thorsteinsson og Lisbeth L. Petersen hava ávikavist granskað í jarðarbókini og skrivað hana av, og tað er Landsskjalasavnið ið stendur fyri netútgávuni.

Hvat er jarðarbókin 1584?
Jarðarbókin frá 1584 er elsta varðveitta føroyska jarðarbókin. Í henni er øll kongsjørðin, tvs. umleið helmingurin av allari jørð í Føroyum skrásett. Ognar-, kleystur- ella aðalsjørð eru ikki við í jarðarbókini. Bókin sigur eisini nakað um seyð, neyt, svín ella annað, sum leigulendingar brúktu og høvdu skyldu at uppihalda og lata kongi leigu av. Húsaognir, ið ikki skuldi latast leiga av, eru ikki við.

Í jarðarbókini, sum er at rokna sum ein álíkning, sæst bert hvat leigulendingar áttu at gjalda kongi, meðan tað sum veruliga varð goldið einans sæst i roknskaparbók fútans. Frá ár 1600 broyttist hetta roknskaparhald, so at jarðarbók og roknskaparbók gjørdust tann sama.

Jarðarbøkurnar geva okkum, saman við roknskaparbókunum, nakrar av teimum bestu søguligu upplýsingunum. Tí hava tær eisini verið brúktar í ymiskari hugvísindaligari gransking, um t.d. bústaðarnøvn, persónsnøvn og búskapar-, sosial- og rættarviðurskifti í 16. og 17. øld.

Drúgt og rúgvismikið arbeiði
Hetta er ikki fyrstu ferð at roynt hevur verið at geva út jarðarbókina 1584. Longu í 1930 royndi H.N. Jacobsens Bókahandil, at fáa fólk at skriva seg fyri eina prentaða útgávu av jarðarbókini. Prísurin fyri hvørt eintaki var tá 5 kr.. Ætlanin var, at Anton Degn skjalavørður og Christian Matras magistari skuldu gera fakliga - søguliga og málsliga - arbeiði. Hendan útgáva varð tó ongantíð av nøkrum.

Í 1984, tá 300 ár vóru liðin síðani jarðarbókin 1584 varð til, fóru Landsskjalasavnið og Fornminnissavnið saman um eina verkætlan, ið hevði til endamáls m.a. at geva út jarðarbókina. Í hesum sambandi gjørdi Annu Suffíu í Vági, skjalavørður, eina fyribils avskrift, og eisini vóru ymiskar fakligar kanningar gjørdar. Hetta arbeiði kom rættuliga langt, men var tíanverri ongantíð gjørt heilt liðugt, og tí varð bókin heldur ikki prentað á hesum sinni.

Fyri nøkrum árum síðani varð avgjørt at fara undir hetta arbeiði aftur á Landsskjalasavninum, partvís grundað á arbeiði ið gjørt varð í 1980 árunum. Arne Thorsteinsson, fyrrverandi landsantikvarur, hevur granska í jarðarbókunum í nógv ár og hevur havt fakligu ábyrgdina av hesum arbeiði. Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi borgarstjóri, sum hevur fleiri ára royndir við at skriva gomul skjøl av, hevur gjørt avskriftina.

Hóast jarðarbókin 1584 nú at enda er givin út, er fakliga arbeiði als ikki av. Tað er nógv eftir at granska, bæði í jarðar- og roknskaparbókum. Tí verður eisini heitt á øll áhugaði um at kanna tilfarið og koma við viðmerkingum, soleiðis at fakliga arbeiði kann halda áfram. Hetta kann gerast við at venda sær til teldupost Landsskjalasavnsins: [email protected]
.

Jarðarbókin 1584 finst á síðuni www.history.fo

Tak niður
Jarðarbókin 1584: Jordbog aff Fero paa alle Øers Jndkomst paa Kongelig Maiestætts wegne aff Aar 1584

Framløga (frágreiðing): Kronens jordebog for 1584 - en præsentation