logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Dansibørn við Áir 

















 
24.02.2011
Dansibørn við Áir

Leygardagin 11. februar var landsdansistevna fyri børn í Hósvík. Á skránni var eisini vitjan á hvalastøðini við Áir.

Umleið 470 fólk vitjaðu henda dagin. Bussar komu 2 og 2 hvør við umleið 50 børnum og vaksnum. Hvør bólkur fekk hálvan tíma til vitjanina.

Tey vórðu móttikin uppi við bussskýlið, har tey fingu eitt yvirlit og frágreiðing um øll húsini og støðini, og hvat tey vóru brúkt til.

Síðani vóru tey leidd oman á støðina og savnaðust á planinum, har teir stóru hvalirnir í síni tíð vórðu drignir upp og flensaðir. Spikið fór í Spikkókaríið og kókað til lýsi, sum hevði sera stóran týdning fyrr, og nógvir peningur fekst fyri.

Bein og tvøst og annað fór í tær stóru kvarnirnar og varð malið til mjøl, sum síðani var turkað í Tørkuni. Alt var fingið til høldar

Dansifólkið gekk síðani í 2 bólkum runt á støðini. Fóru inn í Tøkuna, har myndir vístu virksemið fyrr, og í Ebenezer, har hópin av lutum liggja á goymslu.

Veðrið var heilt hampuligt, men kalt var, og okkurt ælið rakti beint á.

Áðrenn fólk fóru av stað við bussunum, tóku tey saman í túninum við lýsitangarnar og dansaðu so lystiliga bæði grindavísuna, Flóvin Bænadiktsson og veturin kom og annað við.