logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Bókasavnsstuðul
Bygdasavnsstuðul
Listasavnsstuðul
aa Átekning sum mentanar-
søguligt skip

 
  Varðveitingarætlan
 
  Setningur og leiðreglur í
sambandi við meting

 
  Átekning eftir eldri skipan
 
  Stuðul til skip við átekning
 



Varðvetingarætlan

Varðveitingarætlanin (verndarætlanin) skal lýsa, hvussu ætlanin er at varðveita skipið sum mentanarminni. Varðveitingarætlanin verður gjørd fyri umleið 7 ár í senn.

Ein varðveitingarætlan (verndarætlan) fevnir um hetta:
  1. Antikvariska meting av skipinum, um tað lýkur treytirnar fyri átekning sbrt. lógini. (Tak niður metingarskema)
  2. Sýn við støðulýsing
  3. Staðfesting av umvælingartørvi, bæði bráðfeingis og sum frá líður.
  4. Avtalur millum myndugleika og ánara um, hvussu umvælingararbeiðið verður gjørt
  5. Kostnaðarætlan og tíðarætlan hjá ánara fyri umvælingunum.

Meðan umsókn um átekning er til viðgerðar og varðveitingarætlan (verndarætlan) verður gjørd, mugu broytingar á skipinum bert verða gjørdar eftir avtalu við antikvariska myndugleikan.

Skip, sum eru undir ný- ella umbygging, kunnu fáa eina undangóðkenning sum mentanarsøgulig skip, um eigarin framman undan hevur sent antikvariska myndugleikanum eina verkætlanarlýsing til góðkenningar.

Um krøv og treytir í sambandi við átekning ikki verða hildnar, kann antikvariski myndugleikin taka átekningina aftur.

SAMBAND
Erland Viberg Joensen
340 551
[email protected]
Fyri at kunna søkja um stuðul, skal skipið hava fingið átekning sum mentanarsøguligt skip.
Tak niður umsóknarblað.



Skip við átekning

Metingarskema í sambandi við antikvariska meting av skipi