logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Bókasavnsstuðul
Bygdasavnsstuðul
Listasavnsstuðul
aa Átekning sum mentanar-
søguligt skip

 
  Varðveitingarætlan
 
  Setningur og leiðreglur í
sambandi við meting

 
  Átekning eftir eldri skipan
 
  Stuðul til skip við átekning
 



 
Stuðul til skip við átekning

Skip, sum hava átekning sum mentanarsøgulig skip, kunnu søkja um stuðul til umvælingarverkætlanir og til rakstrarútreiðslur fyri at halda skipið siglandi.

Skip, sum ikki hava átekning, kunnu ikki søkja um stuðul.

Umvælingarstuðul
Umvælingarstuðul verður søktur við at senda inn umsókn við nágreiniligari verkætlanarlýsing.

Søkt kann verða um stuðul til umvælingarverkætlanir, harundir
  • Skrokkumvælingar, kalfatring, útskifting av plankum, kjøli, barlast, bondum, knøum, róðri og líknandi.
  • Dekk, stúttur, bjálkar, karmar, kappar, lúkur, lúnning, garnering, ruff og dekshús.
  • At afturføra dokumenteraða innrætting, hús og stýrhús, salong, messu og maskinrúm.
  • Mastur, rundholt, rigning, besløg og segl.
  • Høvuðsmotorur ella ljósmotorur, endurnýggjan av varðveitingarverdum ella originalum motori og skrúvu.
Umvælingarstuðul verður ikki veittur til nútímansgerð av upprunaligari ella varðveittari innrætting.

Stuðulin til umvælingar er í mesta lagi 60 % av útreiðslunum.

Rakstrarstuðul
Rakstrarstuðul verður søktur við at senda inn grannskoðana roknskap fyri árið fyri.

Søkt kann verða um stuðul til árligt viðlíkahald og annnan rakstrarkostnað fyri at halda skipið siglandi, harundir:
  • Uppháling, so sum botnviðgerð, aksultrekk, máling, zink o.a.
  • Umvælingar, sum antikvariski myndugleikin metir vera bráðfeingis.
  • Reingerð og máling omandekks.
  • Motorrúm, so sum eykalutir, olja, filtur, feitt, reingerð og máling.
  • Aksultrekk.
  • Sýn av kravdari trygdarútgerð, so sum bjargingarbátar, medisinkista, vestar, neyðbluss og rakettir.
  • Eftirlit av radioútgerð, alarmum, oljufýring og øðrum.
  • Olja og landstreymur við bryggju um veturin.
  • Tryggingargjøld, som sum skrokktrygging og hjálparfólkatrygging.
  • Grannskoðan og bókhald.
Rakstrarstuðul er í mesta lagi 40 % av útreiðslunum, sum sambært seinast grannskoðaða roknskapi varð nýttur til nevndu endamál. Hesi endamál eiga eisini at framganga av roknskapinum.

Stuðulsmóttakari skal lata inn roknskap í seinasta lagi 1. mars árið eftir játtanarárið. Henda áseting er eisini treyt fyri nýggjari tilsøgn um stuðul. Stuðulssøkjandi skip við átekning skal senda inn fíggjarætlan í seinasta lagi 1. mars árið fyri játtanarárið.

Fyri at kunna søkja um stuðul, skal skipið hava fingið átekning sum mentanarsøguligt skip.
Tak niður umsóknarblað.



Skip við átekning