logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Samband
Missión og visión

x Um búmerkið






Ársfrágreiðingar
Um búmerkið
 
Búmerkið hjá Søvnum Landsins er eitt aldargamalt merki í føroyskum mentanararvi.

Myndevnið er ein fýrsmærukrossur, sum finst í einum av kirkjubøarstólunum frá einafarð í tíðini 1406-1430.

Tann oddbogaði krossurin finst í toppstykkinum á stólavanga J, sum sýnir ápostulin Judas Taddeus ella Jákup hin yngra. Krossurin er spentur út millum fýra hálvrundar lykkjur í tí rundu rammuni um toppstykki og kemur fram, har eins stórir ringbogar krossast. Tríggir ringar av hesum somu bondum flætta seg inn í krossin.

Ímyndarligi týdningurin, sum føroyingar løgdu í myndevnið, er ógreiður. Eftir algongdari fatan er fýrsmæran tekin um eydnu. Í Bretlandi verður sagt, at bløðini í fýrsmæruni umboða trúskap, vón, kærleika og eydnu. Fýrsmæran finst eisini í øðrum føroyskum kirkjulutum úr miðøld.
Fýrsmærukrossur