logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Samband







Ársfrágreiðingar
Yvirfriðingarnevndin

Yvirfriðingarnevndin virkar eftir Løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing.

Yvirfriðingarnevndin tekur støðu til umsóknir um undantøk frá lógini og mál um náttúrufriðing av serligum orsøkum, sum framman undan eru viðgjørdar av lokalum friðingarnevndum. Náttúrufriðingarmyndugleikarnir eru eitt millumting millum fyrisitingarligan rætt og ein serdómstól, og avgerðir hjá Yvirfriðingarnevndini kunnu vanliga ikki skjótast inn fyri dómstólarnar, samanber tó § 73 í Grundlógini.

Sambært náttúrufriðingarlógini, § 11, sita hesi í yvirfriðingarnevndini:
  • Sorinskrivarin,
  • Landsfornfrøðingurin (nú stjórin á Søvnum Landsins)
  • Leiðarin av natúrsavninum (nú stjórin á Søvnum Landsins)
  • tveir aðrir limir, sum landsstýrið velur fyri 6 ár í senn.
Landsstýrið velur tiltakslimir fyri landsfornfrøðingin og leiðaran av natúrsavninum. Landsstýrið velur fyri 6 ár í senn 4 tiltaksmenn fyri teir av landsstýrinum valdu limir. Sorinskrivarin er formaður í nevndini. Nevndin velur sjálv næstformann. 

Hesi manna Yvirfriðingarnevndina í løtuni:
  • Henrik Møller, sorinskrivari, formaður
  • Símun V. Arge, valdur av landsstýrinum sum tiltakslimur fyri stjóran á Søvnum Landsins.
  • Anna Maria Fosaa, vald av landsstýrinum sum tiltakslimur fyri stjóran á Søvnum Landsins.
  • Ivan Klein Olsen, nevndarlimur
  • Kristvør Hentze Poulsen, nevndarlimur
 Skrivari hjá nevndini er
  • Peter Flügge, dómarafulltrúi