logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Samband







Ársfrágreiðingar
Fornminnisnevndin

Fornminnisnevndin virkar eftir fornminnafriðingarlógini (Løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum).

Uppgávan hjá Fornminnisnevndini er at ráðgeva landsstýrismanninum í mentamálum í málum sambært fornminnafriðingarlógini.

Landsstýrismaðurin í mentamálum tilnevnir Fornminnisnevndina fyri 4 ár í senn.

Tríggir limir eru í Fornminnisnevndini, stjórin á Føroya Forngripasavni, nú Søvnum Landsins, ein løgfrøðingur og ein byggikønur.

Limir í Fornminnisnevndini eru í løtuni:
  • Julianna Klett, advokatur, forkvinna
  • Jóhann Laksáfoss, arkitektur
  • Rúni Rasmussen, settur stjóri
Landsantikvarurin er ráðgevi hjá Fornminnisnevndini, og Fornminnissavnið er avgreiðsluskrivstova.