logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Samband







Ársfrágreiðingar
Savnsvørður til Tjóðsavnið

Tjóðsavnið søkir eftir savnsvørði at seta í starv 1. apríl 2018 ella skjótast gjørligt eftir tað. Talan er um eitt samansett starv sum samskipari og mennari av arbeiðinum í framsýningunum og miðlaarbeiðinum á savninum

Uppgávur
Høvuðsuppgávurnar hjá savnsvørðinum eru at:
  • samskipa miðlanina av arbeiðinum og granskingini á savninum
  • hava um hendi heimasíðuna, lýsingar, tíðindaskriv og upplýsandi tilfar
  • standa fyri dagliga virkseminum í framsýningunum t.d. vaktarfólkum og sølubúðini
  • standa fyri dagføringum av framsýningum og samskipan av serframsýningum
  • samskipa onnur tiltøk á savninum
Vit vænta, at tú hevur:
  • hægri útbúgving t.d. innan eitt av fakligu høvuðsøkjunum á savninum
  • góðan málsligan kunnleika, serliga í føroyskum
  • góðan telduførleika
  • góð samstarvsevni og ert ágrýtin
  • góð evni at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum
  • evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður 

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Vit kunnu bjóða
Eitt sera fjøltáttað og spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har samstarvað verður við øll starvsfólk stovnsins.
Tann, ið settur verður, skal kunna arbeiða sjálvstøðugt við egnum hugskotum eins og við bundnum uppgávum

Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum, tlf. 340500 ella [email protected], fyri at fáa meira at vita um starvið.
 
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Tjóðsavnið
Postrúm 1155
110 Tórshavn, ella til [email protected]
 
Umsóknir skulu vera Tjóðsavninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. februar 2018.
 

Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Tjóðsavnið varðar eisini av myndugleikauppgávum í sambandi við museal søvn í landinum, mentanarsøgulig skip og friðing av fornminnum og bygningum.

15-01-2018