logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Samband







Ársfrágreiðingar
Skrivstovufólk til Tjóðsavnið

Tjóðsavnið søkir eftir skrivstovufólki at seta í starv 1. desember 2017 ella skjótast gjørligt eftir tað.

Uppgávur
Høvuðsuppgávurnar hjá skrivstovufólkinum er athava dagligu leiðsluna á skrivstovuni hjá Tjóðsavninum, harundir
  • at samskipa skrivstovuhaldið hjá Tjóðsavninum m.a. í samband við tíðarskráseting, avgreiðslu og journal
  • alt vanligt skrivstovuarbeiði, m.a. at hava dagligu umsitingina av stuðulskipanum, sum stovnurin umsitur
  • fyrireiking av málsviðgerðum
  • telefonavgreiðsla
  • umsiting av haldum
  • skrivari hjá stjóranum
Vit vænta, at tú hevur:
  • skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
  • góðan málsligan kunnleika, serliga í føroyskum
  • góðan kunnleika til bókhaldsarbeiði
  • góðan telduførleika
  • góð samstarvsevni og ert fyrikomandi
  • evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert røkin
  • evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður 

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í 5. lønarflokki.  Tann, ið verður settur, má góðtaka broytingar í setanar- og starvsviðurskiftum sínum í sambandi við bygnaðarbroytingar.

Vit kunnu bjóða
Eitt fakliga spennandi og krevjandi starv við nógvum avbjóðingum og samstarvi við onnur søvn og aðrar stovnar og myndugleikar.

Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum, tlf. 340500 ella [email protected], fyri at fáa meira at vita um starvið.
 
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Tjóðsavnið
Postrúm 1155
110 Tórshavn, ella til [email protected]
 
Umsóknir skulu vera Tjóðsavninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. november 2017.
 

Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Tjóðsavnið varðar eisini av myndugleikauppgávum í sambandi við museal søvn í landinum, mentanarsøgulig skip og friðing av fornminnum og bygningum.

26-10-2017