logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Samband







Ársfrágreiðingar

KUNNGERÐ NR. 107 FRÁ 13. AUGUST 2013 UM ÁTEKNING OG STUÐUL TIL MENTANARSØGULIG SKIP

Við heimild í § 3, stk. 1 og § 7 í løgtingslóg nr. 14 frá 28. februar 2013 um mentanarsøgulig skip verður ásett:

Kapittul 1

Átekning

§ 1. Skip, millum 5 og 300 BT, eldri enn 50 ár, og sum hevur mentanarsøguligan týdning, kann fáa átekning sum mentanarsøguligt skip eftir umsókn.

Stk. 2. Skrivlig umsókn um átekning verður send Søvnum Landsins, sum er antikvariski myndugleikin.

Stk. 3. Fyri at fáa átekning sum mentanarsøguligt skip krevst, at ánari søkir og skrivliga váttar, at skipið kann verða varðveitt sum varandi mentanarminni, og at varðveitandi átøk, viðlíkahald og møgulig umvælingararbeiði verða gjørd eftir antikvariskum grundreglum, sum varða av søguligu dygdunum hjá skipinum.

Umsókn

§ 2. Umsókn skal fevna um støðulýsing, skjalprógv og skjalatilfar um skipið, lýsing av søguliga týdninginum hjá skipinum, og hvussu ektað og eftirfarandi tað er varðveitt.

Stk. 2. Søvn Landsins ráðgeva um tey í stk. 1 nevndu krøv til umsóknina.

Verndarætlan

§ 3. Metir landsantikvarurin, at skipið kann fáa átekning sum mentanarsøguligt skip, verður verndarætlan, ið landsantikvarurin fyriskipar, gjørd fyri skipið.

Stk. 2. Verndarætlanin skal lýsa, hvussu ætlanin er at varðveita skipið sum mentanarminni. Ætlanin skal greina ítøkiliga, hvussu varðveitingararbeiðið skal fara fram, og hvussu varðveitandi átøk, viðlíkahald og møgulig umvælingararbeiði verða gjørd, harundir tíðarætlan og kostnaðarmeting.

Stk. 3. Meðan umsókn um átekning er til viðgerðar, mugu broytingar á skipinum bert verða gjørdar eftir avtalu við landsantikvarin.

Stk. 4. Tá landsantikvarurin hevur góðkent eina verndarætlan, fær skipið átekning sum mentanarsøguligt skip.

Aðrar ásetingar

§ 4. Átekning skal verða endurskoðað av antikvariska myndugleikanum 7. hvørt ár, sbr. tó § 15.

§ 5. Átekningin sum mentanarsøguligt skip verður fráboðað Sjóvinnustýrinum og lýst alment.

§ 6. Verður skipið selt, skulu Søvn Landsins hava fráboðan um hetta.

Stk. 2. Skal átekningin sum mentanarsøguligt skip varðveitast, skal nýggj váttan, sbrt. § 1, stk. 3 latast Søvnum Landsins.

Kapittul 2

Stuðul

§ 7. Landsstýrismaðurin avger eftir tilmæli frá Søvnum Landsins, hvussu árligi stuðulin verður býttur millum útreiðslur í sambandi við átekningar, umvælingarstuðul og rakstrarstuðul.

§ 8. Stuðulssøkjandi skip skal senda Søvnum Landsins útgreinaða lýsing av umvælingarverkætlanini við tíðarætlan og fíggjarætlan til góðkenningar. Stk. 2. Stuðulin til umvæling er í mesta lagi 60% av útreiðslunum, sbrt. § 9.

Stk. 3. Stuðulin til rakstur er í mesta lagi 40% av útreiðslunum, sum sambært seinast grannskoðaða roknskapi varð nýttur til árligt viðlíkahald og annað, sbrt. § 10.

Umvælingarstuðul

§ 9. Skip, sum hevur átekning sum mentanarsøguligt skip, kann søkja um stuðul til umvælingarverkætlan, harundir:

1) Skrokkumvælingar, kalfatring, útskifting av plankum, kjøli, barlast, bondum, knøum, róðri og líknandi.

2) Dekk, stúttur, bjálkar, karmar, kappar, lúkur, lúnning, garnering, ruff og dekshús.

3) At afturføra dokumenteraða innrætting, hús og stýrhús, salong, messu og maskinrúm.

4) Mastur, rundholt, riggning, besløg og segl.

5) Høvuðsmotorur ella ljósmotorur, endurnýggjan av varðveitingarverdum ella originalum motori og skrúvu.

Stk. 2. Stuðul kann ikki veitast til umvælingarverkætlan, sum hevur við sær nútímansgerð av upprunaligari ella varðveittari innrætting.

Rakstrarstuðul

§ 10. Skip, sum hevur átekning sum mentanarsøguligt skip, kann søkja um stuðul til árligt viðlíkahald og annað, t.e. rakstrarkostnað fyri at halda skipið siglandi, harundir:

1) Uppháling, so sum botnviðgerð, aksultrekk, máling, zink o.a.

2) Umvælingar sbrt. § 9, stk. 1, sum antikvariski myndugleikin metir eru bráðfeingis.

3) Reingerð og máling omandekks.

4) Motorrúm, so sum eykalutir, olja, filtur, feitt, reingerð og máling.

5) Aksultrekk.

6) Sýn av kravdari trygdarútgerð, so sum bjargingarbátar, medisinkista, vestar, neyðbluss og rakettir.

7) Eftirlit av radioútgerð, alarmum, oljufýring og øðrum.

8) Olja og landstreymur við bryggju um veturin.

9) Tryggingargjøld, so sum skrokktrygging og hjálparfólkatrygging.

10) Grannskoðan og bókhald.

Útgjald

§ 11. Stuðulin verður goldin út um Búskaparskipan landsins, sbrt. § 15, stk. 1 í kunngerð um roknskaparverk landsins.

Stk. 2. Søvn Landsins kann almannakunngera, hvør ið hevur fingið stuðul og hvussu nógv.

Treytir, roknskapur, afturgjald o.a.

§ 12. Stuðulsmóttakari skal lata inn roknskap, tá verkætlanin er endað ella í seinasta lagi 1. mars árið eftir játtanarárið. Henda áseting er eisini treyt fyri nýggjari tilsøgn um stuðul.

Stk. 2. Er stuðulsupphæddin 50.000 kr. ella meira, skal roknskapurin sum meginregla vera grannskoðaður. Søvn Landsins kann tó altíð krevja ein roknskap grannskoðaðan.

Stk. 3. Stuðulsumsøkjari skal upplýsa um øll viðurskifti, sum kunnu elva til, at stuðulsgrundarlagið verður lækkað.

Stk. 4. Søvn Landsins kann krevja stuðulsgrundarlagið nágreiniligari lýst og krevja innlit í skjøl hesum viðvíkjandi.

Stk. 5. Útgoldin stuðul, ið ikki er nýttur til endamálið, kann krevjast aftur.

Kapittul 3

Kæra, gildiskoma og skiftisreglur

§ 13. Avgerð hjá landsantikvarinum eftir hesi kunngerð kann kærast til landsstýrismannin.

Stk. 2. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur móttikið avgerðina.

§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi, dagin eftir, at hon er kunngjørd.

§ 15. Átekning, sum er givin áðrenn løgtingslóg um mentanarsøgulig skip fekk gildi tann 2. mars 2013, er galdandi í 7 ár frá tí degi, ið skipið fyrstu ferð søkir um stuðul.

 

Mentamálaráðið, 13. august 2013

Bjørn Kalsø (sign.)

landsstýrismaður

/ Poul Geert Hansen (sign.)

 

Friðing, vernd, loyvisgeving, stuðul

Løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 19. apríl 1972.

Løgtingslóg nr. 92 frá 21. desember 2004 um vernd av fornlutum í havinum.

Løgtingslóg nr. 14 frá 28. februar 2013 um mentanarsøgulig skip

Anordning nr. 888 fra 8. december 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens kirkebygninger.

Kunngerð um átekning og stuðul til mentanarsøgulig skip.

Kunngerð nr. 13 frá 11. februar 2000 um bygningar fólkakirkjunnar.

Kunngerð nr. 28 frá 18. mai 2004 um skúlabókasøvn.

Kunngerð nr. 120 um serliga fuglaveiðu frá 21. november 1986.

Kunngerð nr. 60 um ræning av lomvigareggum frá 16. mai 1986.

Kunngerð nr. 87 frá 20. september 2007 um friðing av hvali.

Kunngerð nr. 125 frá 19. september 2011 um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan

Kunngerð nr. 52 frá 5. desember 1957: Reglugerð fyri grunnin til varðveitingar av fornminnum í Kirkjubø.

Skjalasavnsvirksemi
Løgtingslóg nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn (føroyska arkivlógin).

Kunngerð 117 frá 5. juli 1995 um almenn savnindi og virksemið hjá Føroya Landsskjalasavni.

Avtala millum Forsætismálaráðið og Føroya landsstýrið um savnindi ríkisins í Føroyum.

Lovbekendtgørelse nr. 1035 af 21. august 2007 om arkivloven (danska arkivlógin).

Reglur um vraking av ávísum savnindum hjá almennum stovnum, 2010.

Bókasavnsvirksemi
Løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 148 frá 20. desember 2005.

Kunngerð nr. 4 frá 20. januar 2012 um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið.

Reglugerð frá 15. juli 2003 fyri býtið av bókasavnsgjaldinum

Musealt virksemi
Løgtingslóg nr 26. Frá 17.august 1955 um Føroya Náttúruripasavn, seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 10 mai 2000.

Løgtingslóg nr. 32 frá 2. mai 1952 um fornminnissavn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 9. apríl 1964.

Løgtingslóg nr. 17 frá 9. mai 1972 um bygdasøvn við mentunarsøguligum týdningi, sum broytt við løgtingslóg nr. 88 frá 17. juli 1986.